Sitandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan, og mótvalevnið, andstøðuleiðarin, Kemal Kilicdaroglu, skulu út í enn eitt valumfar áðrenn tað gerst greitt, hvør verður forseti í Turkalandi komandi fimm árini.
Tað er greitt eftir valið í gjár, har tað ikki eydnaðist nøkrum av valevnumum at fáa yvir helmingin av atkvøðunum.
Næsta valumfar verður 28. mai.
Sambært formanninum fyri YSK, fekk Erdogan 49,51 prosent av atkvøðunum, meðan Kilicdaroglu fekk 44,i prosent. Tá manglaðu tó enn 35.000 atkvøður at verða taldar, varð sagt.
Í dag verður nógv tosað um úrslitini av valinu. Eitt, sum serliga verður bitið merki í av eygleiðarum er, hvussu tað er eydnast Erdogan, hóast jarðskjálvtarnar fyrr í ár, best at missa tvey prosentstig í økjunum, sum jarðskjálvtarnir raktu, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald