Innanlands

Nýtt vatnverk er tikið í brúk í Kollafirði í dag

Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50 posentum, boðar Tórhavnar kommuna frá.

2021-12-20 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt undan kommunusamanleggingini í 2001, keypti Kollfjarða kommuna eitt nýtt vatnreinsiverk, sum hevur verið virkið síðan. Tað hevur roynst  rímuliga væl, men nú gott 20 ár seinni er tað slitið, og var tí búgvið til at verða skift út.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Fyri at fáa eina enn betri vatngóðsku, hevur kommunan seinastu árini arbeitt við at fáa eina hóskandi vatnbyrging um Botnánna, men er enn ikki komin á mál við tí. Málið um nýggja vatnverkið varð samtykt í býráðnum í apríl og stendur nú liðugt. Eg fari at ynskja góða eydnu við verkinum og alt tað besta, segði borgarstjórin, tá verkið varð tikið í nýtslu í dag.

Tekniska útgerðin í verkinum er frá P/F Nomatek, el-arbeiðið er gjørt av P/F Install, og lendisarbeiðið og húsasmíðið er gjørt av P/F Articon.

Verkið hevur eina reinsiorku á 150 ts. av vatni um tíman og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50 posentum.

Eisini er roynt at tryggja verkið móti møguligum óhappum. Her eru fýra sandfiltur, tvær kraftigar UV-strálingar, egið el-verk og ein UPS trygdarskipan, sum kann lata streym í ein tíma. Alarm- og eftirlitsskipan er tengd at verkinum. Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir, skrivar torshavn.fo

Vatngóðskan í Kollafirði, Oyrareingjum og á Signabø er vanliga góð. Men tá nógv regn er við áarføri, kann vatnið fáa ein gulligan lit, og tað kann vera sera trupult at fáa henda litin úr vatninum.


[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder