Mentan

Nýtt við Lenu – seinasta upptøka hjá tónleikalegendu

Geoff Emerick, sáli, er maðurin aftan fyri nýtt staklag hjá Lenu Anderssen

Geoff Emerick og Lena Anderssen í upptøkuhølinum í Los Angeles í 2017

Geoff Emerick og Lena Anderssen í upptøkuhølinum í Los Angeles í 2017

2020-08-14 09:14 Author image
Innsent
placeholder

 

’State of the Land’ er heitið á fyrsta staklagnum hjá Lenu Anderssen av komandi plátu útgávu við sama heiti.

Talan er um fyrsta sangin frá føroysku songkvinnuni síðani ’To Be With You Again’ kom út fyri skjótt tveimum árum síðani.

Sangurin ’State of the Land’ er skrivaður í 2017, og teksturin snýr seg um, hvussu vit í einum meldri av úrslitum og avrikum viðhvørt gloyma sjálvt menniskjað aftan fyri avrikini.

Svanasongur hjá legendu
State of the Land er ein av ellivu sangum, ið vórðu innspældir saman við mæta enska ljóðmanninum Geoff Emerick. Hendan útgávan skuldi vísa seg at gerast svanasongurin hjá enska úrmælinginum.

Geoff Emerick andaðist fáar mánaðir eftir, at hann hevði innspælt plátu við Lenu. Sostatt kann staðfestast, at meðan ’Revolver’ hjá The Beatles var tann fyrsta útgávan, har Geoff Emerick virkaði sum upptøkumaður, so er ’State of the Land’ seinasta útgávan við enska úrmælinginum handan knøttarnar.

Til Los Angeles
Tá Lena og Niclas seint á heysti í 2017 settu seg at leggja til rættis hennara komandi útgávu, vildu tey fegin royna at gera tónleik, ið byggir á ta synergi, sum kann íkoma, tá ein sangari og eitt orkestur framføra samstundis í studio.

- Vit spurdu okkum sjálvi; ‘hvør hevði verið ynskispersónurin at tikið upp eina slíka plátu?’ Geoff Emerick var tað upplagda svarið, sigur Lena.

Geoff Emerick var ein slóðbrótari innan ljóðupptøkur og var við til at definera eitt gulltíðarskeið í enskum popptónleiki við fyrst og fremst The Beatles í sekstiárunum.

- Tá hann játtaði at upptaka komandi útgávuna, vóru vit ikki í iva um, hetta mátti gjøgnumførast, leggur hon aftrat.

Lagið ’State of the Land’ er sungið og spælt inn live í LAFX Studio í Los Angeles mikudag 7. mars í 2018.

Tað, sum ongin visti hendan dagin var, at ’State of the Land’ skuldi gerast seinasta plátuupptøka hjá Geoff Emerick.

Hann andaðist 2. oktober í 2018, 72 ára gamal. Og viðurkenningarnar komu úr øllum ættum. Ein serstøk heilsan var frá Paul McCartney. “Vit brúktu nógvar spennandi tímar saman í studio, og altíð leveraði hann vøruna.” McCartney segði somuleiðis. “Hann var ein serliga góður tøkningur og vinur, og sjálvt um The Beatles høvdu nógvar góð ljóðfólk gjøgnum árini, so var Geoff ‘the ONE’.”

Tónleikararnir, ið framføra á sanginum ’State of the Land’ eru Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Matt Chamberlain á trummum, Matt Rollings á klaver og orgul, Jon Sosin á akkustiskan guitar og Niclas Johannesen elektriskan guitar. Haraftrat syngur amerikanski sangarin, Matt the Electrician, kór á lagnum. Sangurin er ljóðblandaður í Los Angeles av Marc Daniel Nelson.

Tað er danska plátufelagið Songcrafter, ið gevur út nýggja lagið hjá Lenu Anderssen.

Herundir er leinki til sangin á Spotify:

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder