Innanlands

Nýtt whisky frá Einar's Distillery – Tjaldursútgávan

Hesaferð er talan um eina samanseting av átta ymiskum tunnum – Hugskotið til hesa fyrstu útgávuna í nýggjari røð er sprottið úr árstíðini, ið gerst alt ljósari

2022-04-08 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag letur Einar's Distillery aftur eina whisky úr hondum.

Hesaferð er talan um eina samanseting av átta ymiskum tunnum. Seks 90 litra Oloroso sherrytunnur, ein 190 litra Bourbon barrel, og ein 50 litra Oloroso sherrytunna. Úrslitið er ein frálík fløska við 52 prosent styrki.

Hugskotið til hesa fyrstu útgávuna í nýggjari røð er sprottið úr árstíðini, ið gerst alt ljósari. Tjaldrið og litirnir á vakra tjóðfulgi okkara, ið er komin heim á klettarnar aftur. Hvíti liturin frá bourbon tunnuni, reyði liturin frá sherry fatinum, og so hendan eina tunnan, ið var sera myrk á liti, næstan svørt. 1.600 fløskur komu burturúr hesi tappingini, skrivar Føroya Bjór í tíðindaskrivi.

Edward Fuglø, listamaður, hevur myndprýtt komandi útgávuna.

Smaksnoturnar í tí whisky, ið nú kemur, eru:

  • Color: Auburn
  • Nose: Lemon custard, forest fruits, chamomile, eucalyptus and red liquorice
  • Taste: Chocolate milk, honey, key lime pie, tropical fruits and vanilla
  • Finish: Walnuts, tannins, malt and dark chocolate

Einar´s Whisky – Tjaldursútgávan fæst til keyps í Rúsdrekkasølunum kring landið, í Duty Free á Flogvøllinum, og handlinum á Norrönu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder