Uttanlands

Obama avlýsir føðingardagshald

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fyllir seksti í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-08-04 13:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fyllir seksti ár í dag. Men nú hevur hann avlýst stóra føðingardagshaldið, ið skuldi havt verið leygardagin.

Tað upplýsir ein talskvinna fyri Barack Obama fyri New York Times.

- Orsaka av delta-frábrigdinum seinastu vikurnar, hevur forsetin (amerikanskir forsetar verða nevndir ‘forseti’ restina av lívinum, -red.) og frú Obama gjørt av at skerja tiltakið so nógv, at tað bert vera familja og nærir vinir við til føðingardagin, sigur hon við blaðið.

Fleiri funnust at, at Obama hevði bjóðað fleiri hundrað gestir til runda føðingardag sín.

Eftir ætlan skuldi føðingardagurin haldast á oynni Martha’s Vineyard við strond Massachussetts’, har Obama-familjan hevur eina ogn.

Sambært miðlinum Axios er talið av smittaðum í Massachusetts vaksandi, eins og í fleiri øðrum amerikanskum statum, og tað er serliga tað meira smittandi delta-frábrigdið, sum órógvar heilsumyndugleikarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder