Innanlands

Óboðin gestur í brúdleypi hjá tinglimi

Brúdleypið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni hevur elvt til kjak seinastu dagarnar. Korona er staðfest hjá brúðarparinum og gestum aftaná brúdleyið. Tinglimurin er ikki koppsettur, men hann heldur at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina

Steffan Klein Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Steffan Klein Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-06 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sum skuldi vera ein so góður dagur, er nakrar dagar seinni blivið til nakað óheppið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni, sum vórðu gift síðsta vikuskiftið.

Í brúdleypinum var ein óboðin gestur, sum hevur oyðilagt spælið fyri brúðarparið og fleiri av gestunum sum eftir brúdleypið hava fingið staðfest koronu.

Steffan Klein Poulsen greiðir á Facebook í kvøld frá støðuni um brúdleypið.

- Hetta hevur sjálvandi ávirkað okkum bæði nógv og var á ongan hátt tilætlað. Vit eru sera hørm um, at støðan bleiv sum hon bleiv, og vóna at vit øll koma væl fyri okkum. Tey fólkini, ið hava fingið smittuna eftir brúdleypið, hava tað gott, sum vit vita um. Tað er tað sum hevur størstan týdning av øllum, skrivar hann.

Leysasøgur skulu hava verið við, at brúðarparið ikki virðir sóttarhald sum ókoppsett, og tey skulu vera farin av landinum. Hetta avsannar tinglimurin.

- Í kvøld spyr onkur á Facebook, um vit virða sóttarhaldið sum ókoppsett, tí søgan sigur, at vit eru farin av landinum á brúðarferð. Veruleikin er tann, at vit vóru á brúðarferð í stórbýnum; okkara kæra høvuðsstaði Tórshavn. Vit føldu okkum tó ikki væl til passar og valdu tí at testa okkum. Ferðin bleiv avbrotin og heima verða vit uppringd av landslæknanum: positiv test. 

- So noy, vit eru ikki farin við nøkrum flogfari, men hava ligið í sóttarhaldi í nakrar dagar nú, skrivar Steffan Klein Poulsen.

Tinglimurin úr Hvannasundi er ikki tann einasti innan politiska skipanina, sum ikki hevur valt at lata seg koppaseta. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamalum, og formaður í Miðflokkinum hevur eisini alment boðað frá, at hann ikki fer at lata seg koppseta ímóti koronu enn.

Steffan Klein Poulsen heldur at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina.

- Vit í Miðflokkinum vera áhaldandi ákærd fyri at vera ímóti at fólk koppseta seg. Hetta passar á ongan hátt. Eg havi persónliga mítt skepsis fyri koppsetingini og havi úttrykt hetta við at vísa á, at hon ikki er fullkomin. Eg virði tó fult og heilt persónliga valið um at lata seg koppseta ella ikki. Í familjuni, í vinaskaranum, í samkomuni og í Miðflokkinum eru bæði koppsett og ókoppsett og vit finna øll væl útav tí saman. Vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskiftið um koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder