![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjárkvøldið vóru aftur óbodnir gestir inni í gamla Frants Restorff's bakaríi - har Basecamp seinni var.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at einki herverk var gjørt. Persónarnir vóru komnir inn gjøgnum einar ólæstar dyr.
Talan var um nakrar av somu persónunum, sum vóru har eitt annað kvøldið herfyri. Talan var um fýra menn.
Løgreglan burturvísti persónarnar. Annars hevði hetta ikki so nógv uppá seg.
Vaktleiðarin veit eisini at fortelja í morgun, at ein patrulja hevur verið runt í høvuðsstaðnum í nátt og klipt fimm nummarplátur á fimm ymiskum bilum. Eigarar teirra høvdu ikki øll viðurskifti uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald