Innanlands

Óbroytt skattaprosent í Nes kommunu

Fíggjarætlanin, ið varð samtykt í gjár, vísir eit rakstrarúrslit á góðar 7 milliónir krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-28 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skattaprosentið í Nes kommunu verður liggjandi á 20,5 prosentum eisini í næsta ár. Hinvegin verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum um mánaðin úr 5.500 til 6.000 krónur.

Býráðið í Nes kommunu samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2024.

Kommunan roknar komandi ár við inntøkum á góðar 79 milliónir krónur og rakstrarútreiðslur á góðar 72 milliónur.

Samtykt er at gera íløgur fyri 17,5 milliónir krónur, harav mest fer til tekniska økið og mentan og frítíð.

Íløgurnar og afturrindan av knøppum trimum milliónir av skuldini verða fíggjað rakstraravlopinum á 7,1 millión, tøkum peningi á 0,8 millión og so verður tikið lán á 12,5 milliónir krónur.

Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu er í løtuni 34,5 milliónir krónur, sum er áleið tað sama sum fyri trimum árum síðan. Í sambandi við stórar íløgur seinastu árini, hevur kommunan havt heimild at taka lán, men av tí at inntøkurnar hava verið munandi størri enn mett, hevur ikki verið neyðugt at brúka lániheimildina, skrivar kommunan á heimasíðuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder