Ársins vinnari av bókhandlaravirðislønini, sum var latin á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag, gjørdist Oddfríður Marni Rasmussen. Hann vann við skaldsøguni "Ikki fyrr enn tá".
Vinningurin er 100.000 krónur og ein útgávusáttmái við Sprotan.
Bókhandlaravirðislønin er úrslit av einari kapping, sum Bókhandlarafelagið og Sprotin útskrivaðu í fjør. Freistin at senda inn handrit var 1. september.
Í dómsnevndini vóru Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Hanne Jacobsen og Ann Ellefsen.
Í grundgevingini fyri vinnaraskaldsøguna segði dómsnevndin hetta:
"Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.
"Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.
"Rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið eftir situr. Tí, hvør eri eg, tá ið mín maki vegna sjúku broytir persónsmensku, og hvør er mín maki tá? Og hvussu kann ein fóta sær aftur aftaná?
"Tað er hendan torføra og og til tíðir vónleysa leitanin eftir “orðinum”, ið skaldsøguna eydnast til fulnar at lýsa. “Orðið” sum kann hjálpa okkara høvuðspersóni at rúma og yvirliva samanbrestin og stríðið við deyðan. “Orðið” sum kann forloysa, sum kann linna, sum kann ugga, sum kann geva tilveruni eina meining og eitt virði aftur.
"Og tað er aftur hetta, ið okkara høvuðspersónur skal loysa við at skriva seg gjøgnum sorg, tap, sakn, líkasum rithøvundurin gera tað. At seta orð á okkara innara mál og gera tað subjektiva í einari vónleysari støðu atkomuliga hjá lesarinum, til tess at vísa á, at mínar kenslur eru felags kenslur, sum vit ikki skulu skammast við.
"Ein tílík søga kann lættliga gerast alt ov sentimental og døpur. Evni er ikki til at taka feil av. Men her vísur skaldsøgan allatíðina eitt yvirskot. Hóast søgan er døpur, so er hon ikki deprimerandi (tunglynt ella svartskygd). Og sentimentaliteturin verður alla tíðina skortraður burtur av einum áhugaverdum og sannførandi høvuðspersóni, ið veruligani roynar at fáa tamarhald á sær sjálvum og sínum lívið aftur.
"Harafturímóti er søgan ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuel".
Seinast skaldsøgukapping varð útskrivað í 2014 vann Marjun Syderbø Kjelnæs við skaldsøguni "Óendaliga vera".
Bókadagar í Norðurlandahúsinum halda fram í dag og í morgin, har nógv ymisk tiltøk eru á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald