Tveir persónar vórðu í nátt særdir í einum russiskum dronuálopi á Odesa-landslutin í sunnara parti av Ukraina.
Undirstøðukervi á fleiri havnaøkjum fingu eisini skaða í álopinum, upplýsir ukrainska flogherurin sambært Reuters.
25 dronur vórðu nýttar í álopinum, men ukrainska loftverjan skeyt 22 av teimum niður.
Talan er, sambært ukrainum, um Shahed-dronur, framleiddar í Iran. Hesar dronurnar eru fleiri ferðir nýttar í álopum á Ukraina, sum Russland sigst at standa aftanfyri.
Odesa-landsluturin hevur spælt ein týðandi leiklut í ukrainska kornútflutninginum umvegis Svartahavið. Sjálvt býurin Odesa varð umfataður av kornavtaluni, sum millum juli 2022 og juli 2023 tryggjaði, at ukrainsk farmaskip kundu sigla frítt við farmi umvegis havnina í Odesa og tveimum øðrum býum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald