Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska bók, verður skipað fyri spennandi og stuttligum útgávutiltaki fyri børn og vaksin.
Bókin vendir sær serliga til børn 10-13 ára aldur, og tiltakið verður leygardagin kl. 15 í Margarinfabrikkini í Havn. “Ódjór” er ein ræðusøga, men snýr seg eisini um vinir og einsemi.
Silja Aldudóttir hevur skrivað bókina um Astu, sum gongur í skúla í Havn. Bókin er flott og prýdd við tekningum eftir Bárð Dal Christiansen.
Á tiltakinum verður greitt frá bókini, ung í Margarinfabrikkini spæla tónleik og eisini fer Bárður DC at læra frá sær at tekna umframt at bókin verður til sølu fyri serprís.
Um bókina
Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví.
Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.
Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.
Silja Aldudóttir hevur skrivað (Mynd: setur.fo)
Bárður DC hevur teknað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald