Uttanlands

Ódnin Helene nærkast Florida

Amerikanarar fyrireika seg til oyðileggjandi hvirlur og stormflóð seinni í dag

(Mynd: windy.com)

(Mynd: windy.com)

2024-09-26 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður roknað við, at tropiska ódnin við navninum Helene rakar Florida, og nógv týðir upp á, at ódnin nú er vorðin ógvusligari enn fyrst varð hildið, skrivar Reuters tíðindastovan.

Helene hevur longu herjað í pørtum av Meksiko og er nú á veg eystur gjøgnum Meksikoflógvan við kós beint móti Florida.

Fólk, sum búgva við flógvastrondina í Florida eru antin rýmd longur inn í landið, ella arbeiða við at tryggja sínar ognir móti ódnini, sum er á veg.

Saman við nógva vindinum verður roknað við eini stormflóð á upp til seks metrar.

Roknast kann við oyðileggjandi hvirlum av ódnarstyrki, skrivar National Oceanic and Atmospheric Administration, sum heldur eyga við støðuni á heimasíðu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder