placeholder
Uttanlands

Ódnin Laura kravt 14 mannalív í USA

Í Haiti er talið á deyðum orsaka av ódnini komið uppá 31.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-29 18:36 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Í minsta lagi 14 persónar hava latið lív, eftir at ódnin Laura fríggjadagin rakti amerikansku suðurstatirnar Louisiana og Texas. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Guvernørurin í Louisiana, John Bel Edwards váttar, at í minsta lagið 10 persónar hava latið lív í Louisiana.

Fýra av persónunum eru deyðir, eftir at trø eru koppa í húsini hjá teimum, boðar Edwards frá.

Ódnin er ein tann harðasta sum nakrantíð hevur rakt statin Louisiana. Hvirlurnar vóru upp í 66,7 m/s tá ódnin rakti.

Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr økinum, har eisini ein millión fólk eru uttan streym.

Ávegis til USA rakti ódnin Haiti, har 31 persónar higartil hava latið lív orsaka av ódnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder