Uttanlands

Ódnin Milton nærkast Florida

Ódnin, sum væntast at raka Florida seint í kvøld ella tíðliga í morgin, kann hava eina vindmegi upp í 75 m/s

Íbúgvar í Fort Myers í Florida fyrireika seg til ódnina Milton (Mynd: EPA)

Íbúgvar í Fort Myers í Florida fyrireika seg til ódnina Milton (Mynd: EPA)

2024-10-09 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fáar vikur eftir, at ódnin Helene herjaði í landsynningspartinum av USA, er ein nýggj ódn ávegis móti vesturstrondini í Florida.

Talan er um ódnina Milton, sum er í flokki fimm og væntast at raka Florida seint í kvøld ella tíðliga í morgin amerikanska tíð, skrivar Ritzau.

Fleiri enn ein millión fólk hava fingið boð um at fara úr økinum, og hetta hevur elvt til stórarferðsluproppar og trot á brennievni.

Ódnin Milton er í løtuni ávegis móti býnum Tampa, sum hevur fleiri enn tríggjar milliónir íbúgvar.

Verður býurin beinleiðis raktur av ódnini, verður tað fyrstu ferð síðan 1921, og borgarstjórin í býnum hevur ávarað fólk ímóti at verða verandi í býnum.

Ódnin Milton hevur eina vindmegi á upp í 75 m/s, og væntast hon at raka fleiri øki, sum framvegis stríðast við avleiðingunum av ódnini Helene.

Ódnin Helene rakti USA 26. september. Hon hevði við sær umfatandi oyðileggjingar og kravdi í minsta lagi 230 mannalív. Talan er sostatt um higartil deyðiligastu ódn síðan ódnin Katrina, rakti USA í 2005. Ódnin Helene rakti serliga statirnir North carolina, South Carolina, Georgia, Florida, Tennessee, og Virginia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder