Innanlands

Øðrvísi ferðaætlan hjá Smyrli í morgin

Hetta er vegna vánaliga veðurforsøgn fyri mikudagin, 27. mars. Fýra túrar verða sigldir, og sjálv siglingartíðin verður nakað longri

Broytingar í morgin: Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 14:30 Av Havnini kl. 11:00 og kl. 18:00. Roknast kann við, at siglingartíðin, tá siglt verður vestanfyri, verður tveir tímar og 30 minuttir. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna vána veðurforsøgn, og av tí at Smyril fer at sigla vestanfyri í morgin, mikudag 27. mars, verður siglt soleiðis á leið 7:
Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 14:30 Av Havnini kl. 11:00 og kl. 18:00. Roknast kann við, at siglingartíðin, tá siglt verður vestanfyri, verður tveir tímar og 30 minuttir.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari seinnapartin. 

Fýra túrar verða sigldir ístaðin fyri seks túrar, sum vanligt annars er mikudagar. Tá siglt verður vestanfyri er siglingartíðin umleið hálvan tíma longri. 

Halgidagarnar, í sambandi við páskirnar, siglir Smyril sum sunnudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder