Seinni í vár letur upp ein nýggj matstova í Tórsgøtu í Havn. ”Steikin” verður navnið á matstovuni, har ein buffet við yvir 20 ymiskum rættum verður serverað. Talan er um eitt konsept, sum føroyingar kanska kenna frá matstovuni ”Flammen” í Danmark.
”Steikin” vendir sær til familjur, sum hava børnini við út at eta, tí á matstovuni verður eitt stórt innandura spælipláss á umleið 150 fermetrar í kjallaranum, sum gestirnir í matstovuni kunnu brúka ókeypis, verður upplýst í tíðindaskrivi.
- Vit hava leingi hoyrt frá viðskiftafólkum, at tey hava ynski um eitt innandura spæliland, og tí valdu vit at gera hetta nú í samband við hesa matstovuna. Vit vóna og vænta at hetta fer at vera væl móttikið”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í Tatanka sum hevur bjóðað undirhald til børn í skjótt 20 ár.
Stigtakararnar til hesa matstovuna eru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen
- Hugskotið handan matstovuna er at bjóða nakað annað enn tær matstovurnar, sum bjóða tann fína matin, og samstundis at dekka ein tørv, sum serliga familjur við børnum hava. Vit eiga sjálvir børn og vit meta, at tað manglar ein matstova til familjur, sigur Terji Sørensen.
Høvuðskokkur verður Ruben Busk, kendur av nógvum føroyingum fyri sínar ræstkjøtaburgarar. Men Ruben hevur eisini starvast innan catering í nógv ár, til virkir, jólaborðhald og onnur tiltøk.
- Maturin skal vera tílíkt, sum føroyingar kenna, sosum kjøt, sós, chips, burgarar og líknandi, men hann skal vera á høgum góðskustøði, er einfaldi boðskapurin hjá Ruben Busk.
”Steikin” verður í hølunum Tórsgøta 11, sum seinastu nógvu árini hevur verið bústaður hjá einum rættiliga stórum tali av matstovum av ymsum slag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald