Valentinsmessa ella valentinsdagur var fríggjadagin, og tað fór ikki framvið hjá Katrinu Mariu Christiansen, sum saman við fotografinum Mikkel Laumann hevur lagt nýggja myndarøð á netið.
Tokkin hjá 28 ára gomlu havnardamuni til Manchester United hevur javnan verið tema, men í hesari myndarøðini er fyribils ikki so nógv at síggja til enska fótbóltsliðið.
Heldur eru myndirnar meira gátuførar og myrkar enn undanfarnu myndarøðir hjá Katrinu Mariu, sum serliga ger vart við seg á Instagram, har næstan 71.000 brúkarar fylgja við.
- Vit vildu royna okkurt nýtt og meira kreativt, so vit spældu okkum við ljósi og projektøri, sigur Katrina Maria Christiansen um nýggju myndirnar. Hon vissar um at meira av United kemur.
Fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá Mikkel Laumann, fotografi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald