Tað verður stórt fýrverksshow og blikk verða sett niðan á Eggjarnar og vesturi á Fjallinum, men annars verður nærum alt annað ikki sum tað plagar í Vági.
Hvørt ár leita fleiri enn túsund fólk sær til Vágs at uppliva stórsligna nýggjárshaldið í bygdini. Men korona er í ár ein forðing fyri, at gamla árskvøld kann haldast sum vant.
(Savnsmynd: Bjartur Vest)
- Í samráð við korona-ráðgevingina er gjørt av, at ongin felags morgunmatur verður, barnatiltakið er avlýst og dansurin er eisini avlýstur. Faklagongan og tiltakið á Tríkantinum á Sandinum við báli, sum verður brendur, verður heldur ikki í ár, tí hetta savnar fleiri túsund fólk á einum stað, skrivar nýggjársnvendin í fráboðan.
Men ætlanin er hinvegin at skipa fyri einum øðrvísi og spennandi nýggjárshaldi í Vági, soleiðis at fólk í fjarstøðu, heima við hús ella úti í túninum kunnu fáa eitt “stórsligið nýggjársupplivilsi á ársins síðstu nátt”, sum tað verður tikið til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald