Mentan

Øðrvísi ólavsøka, men so vanlig sum til ber

Millum annað verður midnáttarsangurin í gannaløgum og sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Tað sigur høvuðsstaðarkommunan í fráboðan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-06-25 21:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðarhátíð okkara verður í ár hildin so vanligt, sum til ber. Tað sigur Tórshavnar kommuna, eftir at býráðið í kvøld hevur viðgørt hvussu ólavsøkan skal haldast, nú koronatilmæli seta sín dám á alt sum fyrigongur.

Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum.

Tórshavnar kommuna hevur fult álit á, at havnarfólk og gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar sær sjálvum, sigur høvuðsstaðarkommunan.

Ólavsøkan verður, sum vit kenna hana við hesum broytingum:

• Miðnáttarsangurin verður í grannaløgum og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya

• Einki tivoli verður á Skálatrøð

Matstovur, kaffistovur og onnur vinna hevur opið sum vant, tó verður meira útiborðreiðing enn vanligt.

Ólavsøkukappróðurin verður, fótbóltur verður, ólavsøkuframsýningin verður umframt onnur tiltøk, sum gera ólavsøkuna til tjóðhátíð føroyinga. Nærri skrá kemur í næstum.

Kommunan bjóðar haraftrat grannaløgum og eigarafeløgum at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi. Til ber at søkja kommununa um stuðul til hetta. Boð verða í næstum givin um, hvussu søkt verður um pengar til at halda ólavsøku í grannaløgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder