Leygardagin seinnapartin verður eitt serligt tiltak í Öström Topfloor. Tað eru tríggjar kvinnur, ið standa fyri tiltakinum.
Beinta Poulsen, Einstakt, hevur í samstarvi við Mariu Smith, listakvinnu, og Guðrið Syderbø, grafikara, gjørt eina avmarkaða røð av blusum, har list hjá Mariu Smith er prentað á.
Maria hevur ofta fruktir sum motiv í sínum verkum, og er tað eisini temað í røðini, ið tær hava kallað Frukt-shirtir. Úrslitið er ein forkunnug, avmarkað, edition av sitrón-, peru- og súreplablusum.
Hesar verða settar til sølu hendan dagin, og tá og næstu dagarnar er sostatt einasti møguleiki at ogna sær blusuna ella blusurnar, tí tað verða ikki gjørdar fleiri.
Í sambandi við tiltakið leygardagin bjóða fyrireikararnir sodavatn og citrónkøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald