Mentan

Øðrvísi superhetjufilmur tilnevndur til Oscar

Filmarnir “Roma” og “The Favourite” eru í uppskoti til tíggju heiðurslønir, men væl umtóktu biograf-filmarnir sleppa eisini framat

Chadwick Boseman spælir høvuðsleiklutin í Black Panther

Chadwick Boseman spælir høvuðsleiklutin í Black Panther

2019-01-22 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin varð avdúkað hvørjir filmar og hvørji eru í uppskoti til Oscar-handanina, sum verður um ein góðan mánað, 24. februar.

Filmarnir “Roma” og “The Favourite” eru báðir í uppskoti til tíggju heiðurslønir.

Eitt sindur óvæntað er Marvel-filmurin Black Panther tilnevndur sum besti filmur. Filmurin snýr seg heldur óvanligt um eina superhetju við myrkari húð. Hetta hevur elvt til nógv kjak í filmsumhvørvinum kring heimin í dag.

Bradley Cooper og Lady Gaga við “A Star is Born“ gera eisini um seg, og filmurin er í uppskotið til átta heiðurslønir.

Oscar-handanin hevur seinni árini mist nógvar sjónvarpshyggjarar, og í fjør fall talið við 20 prosentum, tá bara 26,5 milliónir amerikanarar fylgdu við, skrivar nrk.no.

Tað verður 24. februar í Los Angeles, at Oscar-handanin verður. Hetta vil siga náttina til 25. februar føroyska tíð.

Besti filmur
• Black Panther
• BlacKkKlansman
• Bohemian Rhapsody
• The Favorite
• Green Book
• Roma
• A Star Is Born
• Vice

Besti mannligi høvuðsleikari
• Christian Bale – Vice
• Bradley Cooper – A Star Is Born
• Willem Dafoe – At Eternity's Gate
• Rami Malek – Bohemian Rhapsody
• Viggo Mortensen – Green Book

Besti kvinnuligi høvuðsleikari
• Yalitza Aparicio – Roma
• Glenn Close – The Wife
• Olivia Colman – The Favourite
• Lady Gaga – A Star Is Born
• Melissa McCarthy – Can You Ever Forgive Me?

Besti teknifilmur
• Incredibles 2
• Isle of Dogs
• Mirai
• Rive-Rolf Breaks The Internet
• Spider-Man: Into the Spider-Verse

Allar tilnevningarnar síggjast á oscars.org her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder