Innanlands

Óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar í Føroyum

Tað sigur danski kokkurin á matstovuni Brimborg við Gøtugjógv. Hann og eigarin av matstovuni, Eirikur á Húsamørk, hava stórar ætlanir

(Mynd: Birgir Kruse / Birkblog)

(Mynd: Birgir Kruse / Birkblog)

2021-05-15 19:45 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Her eru so so óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar at royna, og tí síggi eg stórar møguleikar í matstovuvinnuni her, sigur Michael Bjørkær, sum er kokkur á matstovuni Brimborg við Gøtugjógv.

Tað var Eirikur á Húsamørk, sum, saman við konuni Hardu Skoradal, hevði keypt útgerðina frá afturlatna køkinum Conrad í J. C. Svabosgøtu í Havn, og sett hann upp í “Brimborg” við Gøtugjógv. Høvuðsattraksjónin í hesum keypinum var serligi rotisserie-ovnurin, ið steikir høsnarungar, meðan teir snara runt.

- Eg sá beinanvegin, at her var potentiali til nógv meira enn bara at selja kylling og kips at hava útvið.

- Og so sá eg eisini stórar møguleikar í at arbeiða saman við stigtakaranum, Eiriki. Eins og eg, er hann ein ótolin persónligheit, ið vil hava ting at henda. Hann hevur givið mær fríar hendur at eksperimentera og menna staðið. Tað riggaði so væl okkara millum, at eg havi sett mær fyri at búsetast í Føroyum, sigur Michael Bjørkær.

Teir eru longu farnir undir at broyta húsið við Gøtugjógv til matstað við stórum ætlanum og ambisjónum.

Ovara hæddin skal innrættast sum gourmet-matstova við frálíkum útsýni út yvir Gøtuvík, meðan niðara hæddin, har køkurin er, verður eitt stað til lættari og meira gerandisligar máltíðir og til at framleiða mat út úr húsinum – catering.

Øll samrøðan um Michael Bjørkær og Brimborg kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder