Innanlands

Of Monsters and Men á G!

Íslendska indie-rokkbólkurin, sum fekk sítt stóra gjøgnumbrot við "Little Talks", verður endiliga at hoyra á Gøtusandi í juli 2024. Hetta er fyrsta kunngjørda navnið til næsta ár

Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin; ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í øllum aldursbólkum. 

2023-11-29 10:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit sita sum á nálum í spenningi til G! 2024, og kunngera nú bæði glað og errin, at tað endiliga er eydnast okkum at fáa heimskenda íslendska indie-rokkbólkin Of Monsters and Men til Føroya.

Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin; ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í øllum aldursbólkum. 

Bólkurin fekk sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum Little Talks, ið gjørdist eitt heimsumfatandi hitt. Lagið var á fyrstu útgávuni hjá bólkinum My Head is an Animal, ið eisini fostraði hitt sum Dirty Paws, King and Lionheart og Mountain Sound.

Little Talks kom út síðst í 2011. Hetta var fyrsta singlelagið hjá íslendska bólkinum, og gjørdist hetta eitt stórt hitt

Seinni hevur bólkurin útgivið fleiri plátur og spælt kring allan heimin. Of Monsters and Men hevur javnan vitjað fjarskotin lond sum Avstralia og Suður Amerika - tó hevur bólkurin ongantíð spælt í grannalandinum Føroyum.

Í fjør gav bólkurin EP'ina og heimildarfilmin Tíu út í sambandi við, at tíggju ár vóru liðin síðan gjøgnumbrotið.

Of Monsters and Men er fyrsta navnið, ið vit kunngera til G! festivalin í 2024, sum verður 18. til 20. juli. Næstu vikurnar verða fleiri onnur spennandi nøvn kunngjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder