Uttanlands

Offur úr Christchurch verða heiðursgestir á muslimsku pílagrímsferðini

Tað er saudiarabiski kongurin, sum hevur boðið teimum 200 muslimunum, sum yvirlivdu yvirgangsálopini í Nýsælandi, við á pílagrímsferðina

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2019-08-09 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin verður væntað, at uml. 2,5 mió. muslimar fara á árligu pílagrímsferðina móti heilaga býnum Mekka í Saudiarabia.

Sambært tíðindastovuni AFP, komu longu fleiri enn 1,8 mió. fólk til býin í gjár.

Millum teirra, ið fara at luttaka á pílagrímsferðini, vera uml. 200 fólk, sum yvirlivdu yvirgangsálopini í Christchurch í Nýsælandi í mars mánaða, tá 51 fólk vórðu skotin til deyðis.

Tey, sum sluppu undan álopunum í Christchurch, eru boðin við av saudiarabiska konginum, Saman, og er tað eisini hann, ið fer at gjalda ferðakostnaðin hjá teimum, skrivar Politiken.

Væntað verður, at kostnaðurin kemur at verða uml. 7,5 mió. í okkara krónum.

Á hvørjum ári bjóðar kongurin fleiri hundrað fólk at luttaka á pílagrímsferðini. Ofta velur hann fólk, sum hava verið rakt av sorgarleiki gjøgnum árið.

Sambært saudiarabiska sendiharranum í Nýsælandi, gjørdist sudiarabiski kongurin sera skelkaður, tá hann hoyrdi um álopini í Christchurch.

Sambært koranini skulu allir muslimar gjøgnumføra pílagrímsferðina hajj í minsta lagi eina ferð í lívinum, um tey hava møguleika fyri tí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder