Innanlands

Ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í dag

Tingfundur verður klokkan 11 – Á skránni eru eisini framløga og umrøða av skrivligum fyrispurningum

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2022-02-23 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kemur tingið aftur saman, og tá eru m.a. ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.

Eisini skal atkvøðast um ein skrivligan fyrispurning hjá Bjarna Kárason Petersen, tingmanni. Hann hevur spurt Magnus Rasmussen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum um útbjóðing til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni.

Eisini er framløga á skránni umframt umrøða av tveimum skrivligum fyrispurningum hjá ávikavíst Bjarna Hammer og Høgna Hoydal um barnaverndarlógina og fiskirættindi.

Dagsins tingfundur byrjar nú klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder