Innanlands

Ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í dag

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11, verður eisini umrøða av trimum skrivligum fyrispurningum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í løgtinginum.

Umframt hetta er framløga og umrøða av trimum skrivligum fyrispurningum eisini á skránni.

Talan er um fyrispurningar frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til Høgna Hoydal og Sirið Stenberg um ávikavist oljuleiting í føroyska økinum, og eldraverju, og um ein fyrispurning frá Grími Sundstein til Bjarna Kárason Petersen um felagsforeldramyndugleika.

Dagsins tingfundur byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder