Innanlands

Ófráboðaðir fyrispurningar fyri á tingi klokkan 11

Landsstýrisfólk skulu svara fyri seg. Til ber at fylgja við í Tingvarpinum.

Aksel V. Johannsen og onnur úr Tinganesi verða í dag í tingsalinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannsen og onnur úr Tinganesi verða í dag í tingsalinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-22 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagsins tingfundur byrjar nú klokkan 11, og tað byrjar við ófráboðaðum fyrispurnginum.

Tað merkir, at landsstýrisfólk, umframt løgmaður, eru í tinginum. Tey skulu svara fyri seg um ymiskt, ið løgtingsfólk vilja hava greiðu á. Boðað er ikki frá evnunum áðrenn.

Síðani verður 2. viðgerð av uppskotunum til løgtingslóg um broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt, har aðrar ansingarloysnir enn kommunalir ansingarstovnar skulu javnsetast.

Tvey mál vera eisini til 1. viðgerð - sí dagsskrá á logting.fo

Til ber at fylgja við tingfundinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder