
Byrjað verður við ófráboðaðum fyrispurningum til løgtingsfólk, og har kann nógv ymiskt stinga seg upp.
Síðani verður sjóneykan sett á íkommnu støðuna við flóttum, ið komnir eru úr Ukraina.
Fyrst verður talan um uppskot til løgtingslóg um rættindi hjá persónum, ið eru rikin úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum. Ætlanin hjá Heilsumálaráðnum er, at tey skulu fáa somu rættindi sum føroyingar á hesum økinum.
Hetta málið verður eftir viðgerð beint í Trivnaðarnevndina.
Síðani skal uppskot til Ríkislógartilmæli viðgerast, ið snýr seg um at seta lóg í gildi, ið kann geva fyribils uppihaldsloyvi til flóttar.
Tað fer víðari í Rættarnevndina, og so verður talan um eykajáttanarlóg, sum skal viðgerast og síðani beinast í Fíggjarnevndina.
Tað er greitt, at tað at hava flóttafólk fer at kosta landskassanum beint yvir 15 milliónir.
Sí skrá fyri tingfundin og meira um málini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald