Innanlands

Ófráboðaðir spurningar til landsstýrisfólk í dag

Hesum byrjar tingfundurin við klokkan 11

Landsstýrisfólk eru við í tinginum í dag. Tey skulu bæði lurta og svara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýrisfólk eru við í tinginum í dag. Tey skulu bæði lurta og svara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-26 09:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri mál skulu til viðgerar í Løgtinginum í dag - serliga er talan um fyrstu viðgerðir. 

Tingfundurin hendan mikudagin byrjar tó við ófraboðaðum fyrispurningum. Her hava tinglimir møguleika at spyrja landsstýrisfólk um ymiskt, sum tey kanska ikki hava fyrireikað seg 100 prosent uppá.

Hetta kann ymiskt áhugavert koma burturúr, og tað kann eisini gerast rímiliga drúgt, um fólk hava nógv uppá hjarta.

Til ber at fylgja tingfundinum beinleiðis á logting.fo - øll skráin sæst niðanfyri:

[object Object]
Skíggjamynd: logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder