Uttanlands

Ófriðarligt í danska høvuðsstaðnum

Táragass og fleiri eldásetingar á Nørrebro og Christianshavn

(Mynd: BT)

(Mynd: BT)

2019-04-14 22:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin og í kvøld hevur løgreglan í Keypmannahavn havt úr at gera.

Tað skriva danskir miðlar í kvøld.

Hetta er í sambandi við eitt mótmælistiltak á Nørrebro við “Blågards Plads”, sum islamkritiski stovnarin av flokkinum “Stram Kurs“, Rasmus Paludan, skipaði fyri.

Tíðliga seinnapartin vóru bæði ung og eldri, sum luttóku í gøtuófriðinum, men í kvøld eru tað fólk við tilknýti til bandavirksemi og onnur ung, sum halda fram at skapa ófrið og fremja álop á løgregluna.

Átta fólk eru handtikin í sambandi við ófriðin, sum í kvøld hevur spjatt seg til aðrar býarpartar - eitt nú Christiania. Nógv táragass er brúkt, og fólk eru í gongd við at sløkkja ymsar ásettar eldar á Nørrebro og aðrastaðni, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder