Uttanlands

Ófriður í amerikanskum býi: Littur maður skotin í ryggin

Í gjár og í nátt var ófriður á gøtunum í Kenosha í statinum Wisconsin – 29 ára gamli Jacob Blake, sum varð skotin í ryggin av løgregluni sjey ferðir, er í løtuni innlagdur, og støðan er álvarsom

2020-08-24 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í býnum Kenosha í amerikanska statinum Wisconsin, hava fólk mótmælt á gøtunum, eftir at ein littur maður í gjár varð skotin í ryggin fleiri ferðir av lokalu løgregluni.

Løgreglan upplýsir, at tey sjálvi koyrdu mannin á sjúkrahúsið aftaná, og at støða hansara er álvarsom.

Ein videoupptøku, sum verður deilt á sosialu miðlunum vísir 29 ára gmla Jacob Blake fara yvir til ein bil og royna at seta seg í hann, meðan løgreglufólkini fylgja aftaná honum við vápnunum frammi. Tá hann setur seg inn í bilin, tekur eini løgreglumaðurin í troyggju hansara, meðan ein annar skýtur hann í ryggin – sjey ferðir.

Enn er løgreglan ikki komin við nakrari frágreiðing um, hví teir fóru eftir manninum, men málið verður kannað av lokala løgmálaráðnum, skriva fleiri miðlar.

Hendingin fekk nógv fólk út á gøturnar at mótæla, og sambært Reuters vórðu fleiri bál kynt, og lupu mótmælisfólk eisini á løgreglubilar og brutu rútarnar.

Hetta hevði við sær, at løgreglan lýsti við útfaringarbanni til klokkan sjey mánamorgunin lokala tíð.

Ein onnur hending, sum elvdi til nógvan ófrið í USA var tá 46 ára gamli George Floyd varð dripin undir einari handtøku 25. mai í býnum Minneapolis.

Hendingin hevði við sær, at skipað varð fyri stórum mótmælistiltøkum móti løgregluharðskapi og rasismu um alt USA, og spreitti hetta seg eisini til onnur lond, harímillum Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder