Ófriður er í katalanska høvuðsstaðnum Barcelona, og fleiri samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna.
Fleiri túsund mótmælisfólk hava eisini verið á El Prat floghavnini í Barcelona, og har hava samanbrestirnir havt við sær, at fleiri enn hundrað fráferðir og komur eru avlýstar.
Les eisini: Ófriður í Barcelona eftir fongsuslsrevsing til politikarar
Men flúgvingin millum Vágar og Barcelona varð tó ikki rakt av ófriðinum.
Tað segði Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways við Útvarpið á middegi.
Eitt flogfar fór til Barcelona klokkan 8.12 í morgun, og flogfarið er í løtuni ávegis til Vágar aftur úr Barcelona og væntast at lenda klokkan 16.17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald