Uttanlands

Ófriður í Barcelona eftir fongsulsrevsing til politikarar

Katalonska frælsisstríðið kyknað uppaftur eftir dóm í gjár, ið verður skýrdur at vera politiskur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-15 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga nógv fólk fingu skaða í samband við ófrið og samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglu í katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona, í gjárkvøldið.

Ófriðurin byrjaði, tá tíðindini bórust um, at níggju katalanskir politikarar hava fingið fongsulsdómar í sambandi við fólkaatkvøðuna um fullveldi í 2017.

Fólk í túsundavís streymaðu út á gøturnar, tá dómurin í hægstarætti varð kunngjørdur.

Ófriðurin gekk eisini út yvir samferðsluna. Altjóða floghavnin í Barcelona, El Prat, hagar Atlantsflog eisini flýgur javnan, mátti avlýsa yvir 108 flogferðir, skrivar spanska blaðið El Mundo. Fleiri túsund fólk vóru savnað á flogvøllinum fyri at forða flogferðsluni, verður sagt.

Mótmælisfólk settu eisini forðingar fyri vegir, tokspor og bussar fyri at vísa sína ónøgd yvir dómarnar.

Heilsumyndugleikarnir upplýstu í gjárkvøldið, at minst 75 fólk høvdu fingið skaða í ófriðinum, sum var upp á sítt hægsta um 22-tíðina í gjárkvøldið.

Tað var fyrrverandi varaforsetin í Katalonia, Oriol Junqueras, sum í gjár fekk harðasta dómin, 13 ára fongsul, í spanska hægstarættinum. Átta aðrir politikarar fingu eisini langar fongsulsrevsingar.

Rættarmálið hevur verið kallað týdningarmesta rættarmál í Spania síðani Franco-tíðina.

- Hetta er ein politiskur dómur, har fólk verða revsað fyri at hava sagt sína politisku meining, segði katalanski uttanríkisráðharrin, Alfred Bosch, í tíðindaskrivi í gjár.

Fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, skrivar úr útlegd á Twitter, at talan er um eina skandalu.

”Stundin er komin at svara aftur sum aldri fyrr”, leggur hann afturat.

Orsøkin til dómarnar er katalanska royndin at slíta frá Spania í 2017. Táverandi katalanska stjórnin helt eina fólkaatkvøðu, har 90 prosent atkvøddu fyri loysing. Valluttøkan var tó bert 43 prosent.

Atkvøðugreiðslan varð skýrd at vera í stríð við grundlógina, men kortini lýsti landspartastjórnin fullveldi.

Stjórnin í Madrid valdi at koyra leiðararnar í Katalonia frá, og fleiri av teimum vórðu ákærd fyri at hava misbrúkt sítt vald.

Rokna verður við, at fleiri av teimum dømdu, fara at kæra dómin í spanska hægstarætti til Evropeiska mannarættindadómstólin, skrivar spanska blaðið El Pais.

Nýggju politiskir leiðarar hava sitið í varðhaldsfongsli í skjótt tvey ár. Av teimum 12 politikarunum tilsamans, sum vórðu skuldsettir í hægstarættarmálinum, vóru trý, ið sluppu undan fongsulsrevsing, men fingu bøtur ístaðin, skrivar nrk.no. 

Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder