Uttanlands

Ófriður í Egyptalandi: Virðisbrævamarknaðurin stongdur í hálvan tíma

Mótmælistiltøkini, sum hava verið kring landið um vikuskiftið, hevur fingið íleggjarar at stúra

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-09-22 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Egyptiski virðisbrævamarknaðurin varð í dag stongdur í hálvan tíma, eftir at leiðandi indeksið fall við fimm prosentum.

Sambært serfrøðingum er orsøkin, at fleiri mótmælistiltøk hava verið í høvuðsstaðnum, Kairo og í øðrum býum í landinum um vikuskiftið, og hetta hevur fingið íleggjarar at stúra.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2016, at virðisbrævaindeksið, EGX 100 er fallið við fimm prosentum, skrivar Politiken.

Hundraðtals fólk savnaðust fríggjakvøldið á Tahrir-torginum í Kairo, sum fyri átta árum síðani var miðdepil fyri hópmótmælini, sum høvdu við sær, at forsetin, Hosni Mubarak, varð koyrdur frá.

Mótmælini hetta vikuskiftið vórðu rættað móti núverandi forsetanum, Abdel Fattah al-Sisi, fyrrverandi generalur, sum setti seg á odda fyri landið, eftir at fyrsti fólkavaldi forsetin, Mohamed Mursi, varð koyrdur frá av herinum í 2013.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder