Uttanlands

Ófriður í Fraklandi: Yvir 600 fólk handtikin í nátt

40.000 løgreglufólk vóru til arbeiðis á gøtunum í nátt, og 667 fólk vórðu handtikin

Løgreglufólk í Nanterre (Mynd: EPA)

Løgreglufólk í Nanterre (Mynd: EPA)

2023-06-30 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast útfaringarbann varð lýst í fleiri forstøðum til París, helt ófriðurin fram í Fraklandi í nátt.

40.000 løgreglufólk vóru til arbeiðis á gøtunum um alt landið, harav 4.000 í høvuðsstaðarøkinum, og 667 fólk vórðu handtikin í nátt og tíðliga í morgun, skrivar The Guardian.

Franski forsetin Emmanuel Macron fer at skipa fyri kreppufundi í dag, har ráðharrar skulu umrøða støðuna.

Orsøkin til ófriðin er, at løgreglan týsdagin skeyt og drap ein 17 ára gamlan drong av norðurafrikanskum uppruna í sambandi við eina ferðslukanning í Nanterre, vestanfyri París, og tað hevur skapt øsing um alt landið.

Hevur biðið um umbering

Advokaturin hjá franska løgreglumanninum, sum drap drongin sigur við franskar miðlar, at hann hevur biðið familjuna um umbering, og at hann er sera harmur um hendingina.

– Tað fyrsta hann segði var ein umbering, og tað síðsta hann segði var ein umbering til familjuna, sigur advokaturin sambært Ritzau.

Mamman hjá dronginum sigur við franskar miðlar, at hon ikki lastar alla løgregluna fyri tað, sum er hent men bert tann løgreglumannin, sum tók lívið av soni hennara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder