Innanlands

Ófriður í Fuglafirði sunnumorgunin

Tveir mans fingu bót fyri brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-28 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var sunnunáttina ella morgunin tilkallað í sambandi við ófrið í Fuglafirði.

Okkurt tiltak hevði verið í Mentanarhúsinum, og út móti klokkan trý sunnumorgunin var nógv fólk savnað á økinum uttan fyri Mentanarhúsið.

Menn fóru farin til hendurs og onkur rútur var brotnaður, og vandi var fyri, at størri ófriður kundi uppstanda.

Løgreglan fekk skilt fólkini at, og tveir mans – annar um fjøruti ára aldur og hin fyrst í tjúgunum – fáa nú bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum tað verður kallað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder