Seinastu tríggjar dagarnar hevur ófriður verið í Hollandi, har fólk hava mótmælt koronutiltøkini hjá myndugleikunum.
Ófriðurin byrjaði í býnum Rotterdam fríggjakvøldið, har mótmælisfólk settu eld á bilar og bingjur og framdu herverk fleiri staðni. Fýra fólk vórðu skotin í ófriðinum, og 55 vórðu handtikin.
Leygarkvøldið var eisini ófriður í fleiri hollendskum býum, m.a. Haag. Tá vórðu 48 fólk handtikin.
Sunnukvøldið setti harðligu mótmælini aftur sín dám á fleiri býir. Mótmælisfólk skutu m.a. við fýrverki. Í eysturhollendska býnum Enschede, sum liggur nærindis markið til Týskland, vórðu fimm fólk handtikin fyri harðskap og fyri at eggja til uppreistur.
Ófriðurin kemur í kjalarvørrinum á einari partvísari afturlating av samfelagnum, sum varð sett í gildi herfyri fyri at minka um smittuspjaðingina.
Eins og nógv onnur lond, hevur Holland eisini sæð eina munandi øking í talinum á nýggjum koronusmittutilburðum. Tí gjørdi stjórnin av at seta tiltøk í verk.
Tiltøkini hava við sær, at barrir, matstovur og onnur støð skulu lata aftur fyrr enn vanligt, og umhugsað verður eisini at seta koronupass í gildi.
Mótmæla um allan heimin
Tað er tó ikki bara í Hollandi, at fólk hava mótmælt. Eitt nú vóru uml. 35.000 í gjár á gøtunum í Brússel fyri at mótmæla koronutiltøkini hjá belgisku stjórnini. Hetta elvdi til samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk.
Líknandi mótmæli hava eisini verið í eitt nú London, Vancouver, Melbourne, og Wien.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald