Ófriður hevur verið í sambandi við mótmælistiltøkum móti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu um vikuskiftið.
Túsundatals mótmælisfólk savnaðust uttanfyri bústaðin hjá forsætisráðharranum í Jerusalem í gjárkvøldið, og eisini varð skipað fyri mótmælistiltøkum í øðrum býum.
Í hesum sambandi vórðu eisini fleiri handtøkur, og fleiri vórðu særd undir samanstoytum millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá forsætisráðharranum.
Ísraelska løgreglan hevur boðað frá, at 11 løgreglufólk vórðu særd, og at 11 mótmælisfólk vórðu handtikin.
Seinastu mánaðirnar hava fleiri mótmæli verið móti 71 ára gamla Benjamin Netanyahu, sum er ákærdur fyri mutur. Hann hevur tó sjálvur víst aftur, at hann m.a. skal hava tikið ímóti gávum frá ríkmonnum afturfyri persónligar tænastur, og bjóðað politiskar tænastur afturfyri jaliga umrøðu í miðlunum.
Í mars verður val í ísrael. Talan er um fjórða tjóðartingsvalið í tvey ár, og orsakað av ákærunum um mutur verður mett, at tað verður torført hjá Netanyahu at verða afturvaldur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald