Uttanlands

Ófriður í Seoul: Í minsta lagi 151 deyð

Fleiri fólk vórðu kroyst á gøtuni í Itaewon-býarpartinum í suðurkoreanska høvuðsstaðnum í sambandi við Halloween-hátíðarhaldi leygarkvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-30 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið lótu í minsta lagi 151 fólk lív og fleiri onnur vórðu særd í sambandi við Halloween-hatíðarhaldi í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul.

Uml. 100.000 fólk vóru í býarpartinum Itaewon í sambandi við hátíðarhaldinum, og har varð ein mannamúgva kroyst gjøgnum eina smala gøtu.

Suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol hevur lýst landasorg.

– Ein sorgarleikur og vanlukka, sum ikki átti at henda, hevur verið í hjartanum av Seoul, sigur forsetin.

– Eg kann ikki rúma mína sorg sum forseti við ábyrgdini av lívi og trygd hjá fólkinum.

Hann leggur afturat, at tað nú hevur hægstu raðfesting at stuðla familjunum hjá teimum deyðu, og hevur hann givið boð um, at allir almennir bygningar skulu flagga á hálvari stong.

Suðurkoreansku myndugleikarnir siga, sambært DR, at í minsta lagi 19 útlendingar eru millum tey, sum lótu lív í ófriðinum í Seoul. Í minsta lagi ein teirra er úr Noregi. Eisini eru persónar úr Iran, Usbekistan og Kina.

Fleiri enn 8.000 bjargingarfólk og løgreglufólk komu til Seoul úr øllum Suðurkorea fyri at hjálpa við bjargingararbeiðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder