Hóast sitandi forsetin í suðuramerikanska landinum, Venesuela, Nicolás Maduro sigur, at hann vann forsetavalið sunnudagin, so roynir andstøðan eisini at vísa á, at tað var hon, ið vann valið
- Hann er noyddur at skilja, at hann tapti valið, sigur framstandandi andstøðupolitikarin, konservativa María Corina Machado.
Maduro kunnger her, at hann heldur fram í seks ár afturat sum forseti (Mynd: EPA)
Fleiri latínamerikansk lond ivast í úrslitinum, sum Maduro vísir á. Eisini USA er ivasamt.
Machado sýtir fyri at góðtaka uppáhaldið hjá Maduro um, at hann ikki vann valið. Andstøðan roynir nú at prógva hetta við at savna inn avrit av uppteljingini á valstøðunum.
Nógvur ófriður hevur verið í Venesuela eftir at Maduro kunngjørdi, at hann vann valið við 51 prosentum av atkvøðunum.
Reuters tíðindastovan hevur skrivað, at umboðið hjá andstøðuni, Edmundo Gonzalez Urrutia, fekk 70 prosent av atkvøðunum, meðan almenna valnevndin sigur, at hann fekk 44 prosent.
María Corina Machado her saman við forsetavalevninum hjá andstøðuni, Edmundo Gonzales Urrutia (Mynd: EPA)
Nicolas Maduro hevur sitið á valdinum í Venesuela í yvir tíggju ár, og hevur hildi somu sosialistisku kós, sum byrjaði undir fyrrverandi forsetanum, Hugo Chávez, í 1999.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken hevur ikki ynskt Maduro til lukku við afturvalinum. Hinvegin heitir hann á myndugleikarnar í Venezuela um at almannakunngera atkvøðugreiðsluna sum skjótast.
- Vit bera álvarsligan ótta fyri, at valúrslitið ikki er í tráð við atkvøðurnar, ið eru latnar, og heldur ikki fólksins vilja, hevur Blinken sagt, sambært dr.dk.
Eisini suðuraamerikansk lond, so sum Uruguay, Peru, Chili og Costa Rika eru skeptisk.
- Tað er eitt kent loyndarmál, at sjórnin vildi vinna, óansæð hvat úrslitið veruliga fór at vísa, sigur forsetin í Uruguay, Luis Lacalle Pou, og vísir á, at hevur verið verið svikað á valinum.
Londini Honduras, Bolivia og Kuba hava tó ynskt Maduro til lukku við valsigrinum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald