Uttanlands

Ófriður við Tempulfjallið

Nógv fólk eru særd í ófriðinum kring heilagu støðini í Jerusalem, bæði fyri jødar og muslimar

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2022-04-17 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í dag – páskadag – eru fráboðanir um samanbrestir millum ungar palestinarar og ísraelsku løgregluna á og við Tempulfjallið í Jerusalem.

Sambært dpa tíðindastovuni eru fleiri palestinar særdir í ófriðinum.

Palestinar steinaðu móti bussum á veg til gamla partin av Jerusalem. Fleiri ferðafólk fingu skaða. Ungu palestinararnir høvdu bygd stórar forðingar við gróti og jarnstongum fyri at forða atgongdina til heilaga staðin.

Støðan í Jerusalem og á Vestara Áarbakka hevur verið spent í fleiri vikur. Síðan 22. mars eru tilsamans 14 fólk dripin í Ísrael, skrivar Ritzau.

Yvir 150 fólk vórðu langafríggjadag særd í samanbrestum á Tempulfjallinum, har fleiri hundrað fólk vórðu handtikin. Tey særdu vórðu, sambært palestinskum upplýsingum, rakt av gummikúlum ella sløgum frá ísraelskum løgreglufólki. AFP tíðindastovan skrivar, at um 100 palestinar kastaðu við gróti móti løgregluni fríggjadagin. Trý løgreglufólk fingu skaða.

Tempulfjallið er eitt tað mest heilaga staðið fyri muslimar. Her liggja tær báðar moskurnar al-Aqsa og moskan, sum á enskum verður kallað Dome of the Rock, klettamoskan.

Al-Aqsa verður mett sum tann heilagasti av øllum muslimskum støðum.

Men umstríddi heyggurin er eisini heilagur fyri jødar. Her lá fram til ár 70 stóra templið hjá jødunum, sum varð lagt í oyði av rómverjum.

Undir seksdagakrígnum í 1967 hertók Ísrael alt Jerusalem og Vestara Áarbakka. Ein av veggunum til templið varð grivin fram. Hann er kendur sum grátimúrurin, og er týdningarmesta savningarstað fyri trúgvandi jødar.

Tempulfjallið liggur bert fáar minuttir at ganga frá gravarkirkjuni á Golgata, har Jesus sambært kristnu siðalæruni varð krossfestur. Í hesi kirkjuni er eisini grøvin, har Jesus, sambært frásøgnunum, varð lagdur eftir at hann doyði.

Forsætisráðharrin í Ísrael, Naftali Bennett, hevur fyrr givið trygdartænastuni “fult frælsi” til at støðga harðskapinum, um er harðnaður eftir at heilagi føstumánaðin hjá muslimunum, ramadan, byrjaði fyrst í apríl.

Í mai í fjør vórðu yvir 300 fólk særd undir samanbrestum millum ísraelska løgreglu og palestinsk mótmælisfólk uttan fyri al-Aqsa-moskuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder