Ófriðurin í Kasakstein hevur seinastu vikuna kravt 164 mannalív. Tað upplýsir landsins heilsumálaráð sambært fleiri miðlum.
Í sambandi við ógvusligu mótmælini, sum hava verið, eru eisini nærum 6.000 fólk handtikin. Fleiri av teimum eru útlendskir ríkisborgarar.
Tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum, at ófriður hevur verið.
Ófriðurin í Kasakstan byrjaði orsakað av einari stórari hækking í prísunum á brennievni. Hetta, tí stjórnin hevði strikað eina áseting um hámarksprís. Síðani er hendan ásetingin tó sett í gildi aftur, og hetta vikuskiftið hevur verið meira friðarligt, skrivar Ritzau.
Tilsamans eru uml. 5.800 persónar handtiknir, og skulu teir avhoyrast í 125 ymiskum málum.
Sambært tíðindastovuni AFP er í dag friðarligt í høvuðsstaðnum Almaty.
Kasakstan er fyrrverandi partur av Sovjetsamveldinum. Landið gjørdist sjálvstøðugt í 1991.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald