Støðan hjá Benjamin Netanyahu sum stjórnarleiðari í Ísrael er viknað eftir tjóðartingsvalið týsdagin.
Val varð útskrivað, tá tað gjørdist greitt, at tað ikki eydnaðist Netanyahu, sum hevur sitið við valdið í tíggju ár, at skipa stjórn eftir tjóðartingsvalið í apríl.
Men valið týsdagin gav ikki nakað greitt úrslit. Bláhvíta miðsamgongan hevur fingið 32 sessir í Knesset, meðan høgravendi Likud-flokkurin hjá Netanyahu fekk 31. Hetta var støðan eftir at umleið 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp.
Sostatt bendir einki á, at flokkarnir megna at finna teir 61 tingsessirnar, ið skulu til fyri at skipa meiriluta.
Benjamin Netanyahu hevði í gjárkvøldið fund við flokkarnar til høgru, teirra millum teir víðgongdu ortodoksu flokkarnar, og hann heldur framvegis uppá, at ætlanin er at skipa stjórn við honum sjálvum á odda.
Benjamin Netanyahu royndi annars at vinna sær atkvøður undir valstríðnum frá teimum mest høgravendu flokkunum, við at leggja nøkur víðgongd uppskot fram um eitt nú at lima partar av hersettum øki í ísraelska statin.
Netanyahu hevur eisini givið avboð til ST aðalfundin í New York í komandi viku, og sendir ístaðin uttanríkisráðharran, Israel Katz, avstað, so hann sjálvur kann taka sær av stjórnarsamráðingunum heima, skrivar dr.dk.
Tungan á vágskálini er nú tann sekuleri tjóðskaparflokkurin, Yisrael Beiteinu. Floksleiðarin, Avigdor Lieberman, hevur lagt upp til at skipa eina breiða savningarstjórn við teimum trimum flokkunum, Bláhvítu, Likud og Yisrael Beiteinu.
Fyrr hevur Lieberman verið í samgongu við Benjamin Netanyahu, men nú eru teir kappingarneytar. Lieberman segði tó valkvøldið, at hann væl kann sita í stjórn undir leiðslu av Netanyahu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald