Sambært dulnevndum keldum eru fimm advokatar farnir úr verjutoyminum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump stutt áðrenn seinna ríkisrættarmálið móti honum er sett til at byrja.
Fleiri miðlar skriva, at tað er orsakað av ósemju um verjustrategiina, og at talan er um eina felags avgerð hjá advokatunum.
Meðan Trump ynskti at leggja dent á valsvik, vildu advokatar og ráðgevar heldur vísa á, at tað er í stríð við grundlógina at koyra ein fyrrverandi forseta fyri ein ríkisrætt.
Ógreitt er nú, hvør skal umboða Trump í ríkisrættarmálinum í Senatinum, sum eftir ætlan skal byrja í aðru viku av februar.
Donald Trump er m.a. ákærdur fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar.
Tveir triðingar av limunum í Senatinum skulu atkvøða fyri, um Trump skal verða dømdur. Av tí at demokratar og republikanarar hava 50 umboð hvør, er neyðugt at í minsta lagi 17 republikanarar atkvøða saman við demokratunum.
Men í farnu viku atkvøddu 45 av republikanarunum fyri einum uppskoti um at droppa ríkisrættarmálið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald