Innanlands

Ógreitt nær Hasfjord fer aftur í sigling

Skipið hevur verið a beding hjá Mest í nærum tveir mánaðir

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2022-07-06 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandfaraskipið Hasfjord hevur ikki siglt síðani 10. mai, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar Havn, og enn er ógreitt, nær skipið fer í sigling aftur.

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, stjóri á Strandferðsluni við Kringvarpið í morgun.

Tað var miðskeiðis í juni, at Strandferðslan boðaði frá, at Hasfjord væntandi fór í sigling aftur tríggjar vikur seinni, men skipið er enn á beding hjá Mest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder