
29. januar varð koppingarevnið hjá AstraZeneca góðkent av ES, og í komandi viku kemur fyrsta sendingin frá AstraZeneca til Danmarkar. Enn er tó ikki greitt, um Føroyar fær nakað av henni.
Trý koppingarevni fyri korona eru góðkend í ES – koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, Moderna og AstraZeneca. Higartil hava Føroyar bert fingið koppingarevni frá Pfizer/BioNTech.
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari væntar ikki, at vit skulu rokna við at fáa nakað frá Moderna, og enn veit hann ikki at siga, hvussu verður við koppingarveninum hjá AstraZeneca.
Landsapotekarin bíðar nevniliga enn eftir svari frá danska heilsustýrinum um, hvussu skamtarnir verða býttir.
Danmark fekk so mikið lítið av Moderna, at teir skamtarnir vórðu bert býttir millum donsku regiónirnar, og Føroyar og Grønland høvdu frammanundan fingið ein størri part av Pfizer koppingarevninum, enn tey áttu í mun til fólkatalið, so tí fingu tey heldur ikki burturav teimum, sigur Hjalti Gunnarstein.
– Um vit fáa nakað av koppingarevninum hjá AstraZeneca ella ikki, fái eg at vita seinni í dag. Donsku regiónirnar hava heldur einki fingið at vita enn um, hvussu tað verður býtt.
Um Føroyar enda við at fáa ein part av skamtunum frá AstraZeneca, koma tær væntandi eisini í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald