Møguleiki er fyri, at nýggj hitamet verða sett, tá fleiri partar av Evropa verða raktir av hitabylgju í komandi viku.
Veðurfrøðingar vænta, at hitin í fleiri evropeiskum býum kemur uppá 32 stig, og mett verður eisini, at hitin kann koma uppum 40 hitastig summastaðni í Spania, Fraklandi og Týsklandi, skrivar DR.
Týskir veðurfrøðingar halda, at stórur møguleiki er fyri, at veðrið í næstu viku fer at sláa gamla hitametið á 40,3 stig, ið varð mált í Bayern í 2015.
Franskir veðurfrøðingar meta tó, at Frakland verður harðast rakt av komandi hitabylgjuni. Teir ávara um, at hitin í fleiri dagar fer at liggja millum 35 og 40 stig.
Franski heilsumálráðharrin, Agnés Buzyn hevur í hesum sambandi ávarað lokalu myndugleikarnar, sjúkrahúsini og ellis- og røktarheimini. Seinasta summar vórðu nevniliga 1500 fleiri deyðsføll enn vanligt skrásett í juli og august mánað, skrivar The Guardian.
Hitabylgjan fer eisini at sníkja seg móti danska markinum, men einki bendir á, at danir koma at uppliva hita uppum 28 stig fleiri dagar á rað, siga danskir veðurfrøðingar. Miðalhitin í Danmark fer at liggja um 20-25 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald