
Løgreglan hevði nakrar hendingar í ferðsluni í sínari døgnrapport. Tann mest "eyðsýnda" av hesum var á vegnum millum Klaksvík og Norðoyri.
Á einum parti av tí strekkinum , framvið millum annað økinum úti í Grøv, er 60 km/t øki. Í gjár varð ein bilførari máldur at koyra 126 kilometrar um tíman har.
Hetta gevur ikki bert eina bót ella eitt klipp. Slík ferð í slíkum øki kostar koyrikortið.
Harvið noyddist bilførarin á Borðoynni av við sítt koyrikort á staðnum. Hann slapp tó at koyra heim og seta bilin.
Rúsdrekkakoyring í Kollfjarðadali - steinur á Sandavágshálsi
Í Kollfjarðadali varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, sum viðkomandi er skuldsettur fyri nú.
Ein bilur fekk nakað av skaða á Sandavágshálsi, tí hesin koyrdi á ein stein. Orsakað av hesum lak bilurin olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald