placeholder
Innanlands

Ógvuliga hált millum Skála og Leirvíkstunnilin: Olja á vegnum

Landsverk og løgreglan eru á málinum. Heitt verður á bilførarar at seta ferðina niður á strekkinum í Eysturoynni.

2026-09-04 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni kann vera óvanliga hált, um ein koyrir millum Skála og Gøtu.

Tað vil siga, at tað er eitt gott hugskot at ikki koyra ov skjótt, um man til dømis skal av Skála upp um Gøtueiði og til Leirvíkar.

Hesa fráboðanina hevur løgreglan til miðlarnar og borgarar annars nú um middagsleitið.

Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at nógv, sum hava koyrt í nevnda økinum, hava ringt inn og boða frá.

Fyrst segði løgreglan, at tað kundi til dømis verið fiskaslógv. Men nú, fyri tveimum minuttum síðani, varð víst á, at alt kortini bendir á, at talan er um olju.

Hetta er Landsverk farið í gongd við at kanna nærri og gera nakað við.

Men næstu løtuna er tað eitt gott hugskot at ansa sær nakað, um ein koyrir millum Leirvíkstunnilin, framvið Gøtu og eftir parti av Skálafjørðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder