2019-04-14 11:20
Fleiri fólk í býnum Franklin í amerikanska statinum Texas eru vorðin heimleys.
Orsøkin er ein melduródn, ið herjaði ein stóran part av Texas í gjár.
Fleiri hús vórðu javnað við jørðina, og sambært lokalu løgregluni hava tvey børn í býnum Lufkin latið lív. Hetta hendi, tá eitt træ koppaði niður á bilin hjá familjuni. Foreldrini fingu ongan skaða.
Vindurin var upp til 62,5 m/s.
Veðurfrøðingar mæli til, at fólk halda seg innandura ella rýma úr teimum økjum, sum eru í vanda fyri at verða rakt at melduródnini, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald